Nær er Harrin hjá tær

Orð og lag: Øssur Berghamar

Nær er Harrin hjá tær – tú, sum trýrt á hann,
um enn ivi og ótti teg tyngja kann.
Hann tær stendur við lið,
hann tær gevur sín frið,
tú ert tryggur í Jesusar hondum.

Lít á alt tað, hann er og hann hevur gjørt,
um enn lívið tær tykjast kann gátuført.
Tá tú stríðist í loynd,
og tín trúgv verður roynd,
tú ert tryggur i Jesusar hondum.

Er vegurin smalur og gøtan trong,
um útveg ei eyga títt sær.
Ei er nakað loyndarmál honum ókent,
um ósæddur er hann tó har.

Nær er Harrin, ei lyfti hans svíkja kann,
at hann ongan skal missa, sum leit á hann,
hóttir myrkursins makt,
einglar halda tó vakt.
Eingin ríva teg kann úr hans hondum.

Um tá lívið til síðst so skal fjara út,
og tú fert til eitt land uttan sorg og sút,
hond hans leiða teg skal,
sálin frígjørd og sæl,
tú ert tryggur í Jesusar hondum.

FavoriteLoadingGoym tekstin