So nær við Guds ríki! Áh, hvat fattast tær?

Fanny CrosbyRobert LowryVictor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. So nær við Guds ríki! Áh, hvat fattast tær?
So nær við Guds ríki! Hvat forðar tær har?
Slepp, slepp hvørjum avgudi, hvør hann so er,
og vend tær til Jesus, sum bíðar tær her!

Niðurlag: Hann kallar á teg,
nú Jesus teg kallar, hann kallar á teg.

2. So nær, at tú sært, at Guds børn eiga tað,
sum verðin ei kennir og ei hevur sæð!
So nær við Guds ríki! Far yvir um tá,
og tað, Guds børn eiga, skal hjarta títt fá!

3. Í vónloysi doyggja er beiskasta neyð;
søkk ei uttan Kristus í ævigan deyð!
So nær við Guds ríki! Tak mót tí í dag,
nú náðin tær býðst, svara tilboðnum ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin