Nærri, enn nærri, hjarta títt til

Victor Danielsen
Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Victor Danielsen

1. Nærri, enn nærri, hjarta títt til,
Frelsari, drag meg, har vera eg vil,
tak meg, áh, tak meg tætt í tín favn,
varða meg har í tí hvílunnar havn!

2. Nærri, enn nærri! Einki eg kann
Jesusi bera sum offur til hann,
eina mítt hjarta, fátækt og ilt –
Andi og náði tín geri tað stilt!

3. Nærri, enn nærri, Jesus, til tín!
Verðin, sum lokkar og dregur til sín,
veri nú krossfest, deyð fyri mær,
at eg kann liva nú eina hjá tær!

4. Nærri, enn nærri! Liðin er brátt
øll henda langa og sorgtunga nátt;
so allar ævir veri eg har,
heima, mín Jesus, har heima hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin