Nærri, mín Gud til tín

Sarah Flower AdamsLowell MasonJohn Bacchus DykesVictor Danielsen
Orð: Sarah Flower Adams
Lag 1: Lowell Mason
Lag 2: John Bacchus Dykes
Lag 3: Thomas L. Hately
Týtt: Victor Danielsen

1. Nærri, mín Gud til tín,
nærri at tær!
Um tað ein krossur er,
sum lyftir mær,
ljóðar tó songur mín:
Nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

2. Tá ið á ferðini
sól fer í kav,
og tá ein steinur bert
hvílu mær gav,
ber meg tó trúgvin mín
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

3. Lat sálareyga mítt
stigan tá sjá,
sum ættarfaðirin
droymandi sá,
stíga lat anda mín
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri, at tær!

4. Og so við hjartanum
vendum mót tær
vil eg eitt Betel her
upp reisa mær;
ljóða skal songur mín:
Nærri, mín Gud, til tín,
nærri, mín Gud, til tín,
nærri at tær!

5. Tá so mítt eyga teg
einaferð sær,
tá allar ævir eg
búgvi hjá tær,
ljóða skal harpan har,
heima, mín Gud, hjá tær,
heima, mín Gud, hjá tær,
heima hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin