Nærri, mín Guð til tín

Orð: Sarah Adams
Lag: Lowel Mason
Týtt: Jógvan Nolsøe

1. Nærri, mín Guð til tín,
nærri at tær!
Má eg enn krossin mín
bera á mær,
ljóða skal harpa mín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!

2. Um enn í sorgartíð
eina eg sat,
í barmi hjarta mítt
syrgjandi græt,
ber meg tá dreymur mín,
nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!

3. Lat sálareyga mítt
leiðina sjá,
ið gongur heim til tín,
eingil tín tá
veittri meg upp til sín,
nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!

4. Fyri hvørt fótaspor
nærri at tær
vil eg eitt »Bethel« her
upp byggja mær;
ljóðar tá harpa mín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!

5. Og tá mítt tímaglas
her rennur út,
sálin seg lyftir upp
móti tær, Guð,
syngjandi sálmin sín:
Nærri, mín Guð, til tín,
nærri at tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin