Nærum frelstur – sál, minst til, hvat

Orð: Lina Sandell
Lag: L.M. Lindeman
Týtt: Victor Danielsen

1. Nærum frelstur – sál, minst til, hvat
hetta orðið í sær ber!
Nærum frelstur – heilt fortaptur!
Einki har ímillum fer.

2. Heldur tú, Agrippa kongur
ikki nærum frelstur var,
tá hann, av Guds orði sligin,
segði: Lítið vantar mær!

3. Ríki unglingin, sum kom og
søkti Jesus – var hann ei
nærum frelstur! Og tó fall hann,
valdi deyðans myrku leið.

4. Ivaleyst á Nóa døgum
mangur nærum frelstur var;
tó, á dómsins døpru vøtnum
nærum ongan uppi bar.

5. Nærum frelstur – heilt fortaptur!
Eingin miðalvegur er;
deyð er sálin, sum ei livir –
livir í Guds Soni her.

6. Nærum frelstur – heilt fortaptur!
Dýra sál, áh, ansa tær!
Dómadagur fult skal vísa,
hvussu satt ið hetta var.

FavoriteLoadingGoym tekstin