Nærveran

Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska

So kom nærveran floymandi
uttan at siga mær frá
bara so
var hon aftur her

Nemur hjartað mítt vís og góð
tykist sum um hon er mín
men eg veit
at hon býr í tær

Tá hon fer
er hon her
men eg dugi ei
at liva í løtuni sum er ein treyt
skal eg vera har

Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er
ikki til
uttan tíð
uttan stað
ikki sovna nú

Sterkar kenslur, hold og blóð
tankar og vilji til
at verða í
hesum heiminum

Tá hon fer
er hon her
men eg dugi ei
at liva í løtuni sum er ein treyt
skal eg vera har

Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er
ikki til
uttan tíð
uttan stað
ikki sovna nú

FavoriteLoadingGoym tekstin