Í nátt í svøvni birtist mær ein dreymasjón so góð

Orð: Frederick E. Weatherly
Lag: Stephen Adams
Týtt: Petur William Háberg

Í nátt í svøvni birtist mær ein dreymasjón so góð:
Eg sá meg í Jerusalem, við Templið har eg stóð!
Eg hoyrdi børn, ið sungu, mær tyktist, sum tað var,
:,:at einglarøddir sungu av Himli aftursvar::,:
Jerusalem, Jerusalem! Lið latið upp við song’.
Hosianna í tí hægsta, hosianna til vár Kong.

Tá broyttist aftur dreymur mín: Í túni hvarv hvørt ljóð,
tá tagnaði Hosianna, tey smáu sungu fró;
í gátuføri sólin hvarv, varð dimmið kalt og rátt,
:,:tá skuggin einum krossi av steig á fjarum heyggi hátt.:,:
Jerusalem, Jerusalem! Syngið frá Himnastrond:
Hosianna í tí hægsta! Nú Kongur tín er í nánd!

Og aftur skiftist myndin um, sum nýggj var jørðin tá;
eg sá Hin Halga Staðin, við Lívsins Vatn hann lá!
Guðs ljós um gøtu ljómaði, víðopin stóðu lið,
og øll, ið vildu sleppa inn, tey komu inn í frið!

Ei máni, stjørnur tørvast har, ei sól, tí hetta var
:,:Jerusalem hitt nýggja, sum aldri enda fær.:,:
Jerusalem, Jerusalem! Syngið tí í ævir hátt:
:,:Hosianna í tí hægsta, hosianna í ævir hátt!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin