Náttardráttur

Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

Sveittin bleiktrar á tínum bróstum,
ið stoytast sum havaldur, beint undir mær.
Rútarnir døgga av kykandi anda,
strípur av vætu á glytrandi glær.
Og náttin stunar í drátti,
vindur upp á seg av ljóðleysum mátti,
hveppur seg saman við tær.

Rykkingar nørast í ótamdum rørslum,
fornhavið brýtur um bogar og sker.
Eymleiki, villskapur, skiftast um valdið,
leiðast á okkara ørvitisferð.
Ein kensla av djúpari frøi,
blandar seg saman við tamdari øði,
frumskýggj, ið náttin ber.

Og okkar heimur loysir seg upp,
bleiktrandi norðanljós lita alt blátt.
Á hválvinum kálvar ein stjørnubræðing,
alheimsins múrar, rapa í nátt.
Og handan tómleikans vøllir,
ferðast eitt bros gjøgnum ósæddar høllir,
teskar um frið og sátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin