Náttarlív

Petur Mohr Reinert
Orð og lag: Petur Mohr Reinert

Náttin er von
Vist hevur hon
Fostrað mangan son
Náttin er ljós
Mongum hevur hon
Útstungið kós

Náttin eigur teg
Náttin eigur meg
Tað er nátt
Altíð tað versta
Altíð tað besta

Náttin er myrk
Vist gevur hon
Mongum sín styrk
Náttin er sonn
Hon kennir ei
Ei til nakra skomm

Náttin eigur teg
Náttin eigur meg
Tað er nátt
Náttin ei lýgur
Náttin ei svíður

Náttin er mín
Hon letur meg
Koma heim til tín
Náttin er long
So tíðin ei
Ei gerst ov trong

Náttin eigur teg
Náttin eigur meg
Tað er nátt
Náttin ei lýgur
Náttin ei svíður

FavoriteLoadingGoym tekstin