Náttarlongsul

Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Nú er vorðið seint
eg siti sum eitt býtt
ynski so at gloyma hesa verð
Og mær leingist heim til tín
at taka teg í favn
hugsi um hvat hendir heima nú

Brøvini frá tær
við vøkrum lyftum í
liggja undir koddanum hjá mær
Men tá hóskvøld er í Havn
og tú sum elskar vals
gott eg havi eina reyv av rom

Droymi um at tú
aftur er mær nær
droymi at vit saman, vitja ókend lond
droymi vit til mánan
ferðast aftur hond í hond
droymi at vit hoyra fuglasong

Náttin tykist long
sveittin vætir meg
við gluggan standi eg og hyggi út
Ímeðan venus glitrar bjørt
um tirnu kavafjøll
fái eg mær eina Kings afturat

FavoriteLoadingGoym tekstin