Náttin myrka horvin er

Orð: H.M. Jacobsen

1. Náttin myrka horvin er,
ljósi dagur aftur komin;
fyrsta verk, hvør kristin ger,
er at takka, prísa honum,
sum á Golgata hin dag
sigur vann á krossins træ.

2. Tøkk nú havi Drottur tú,
sum í nátt meg varðveitt hevur.
Byrja vil eg dagsverk nú,
men um tú ei signing gevur,
lítið batar starv mítt tá.
Lat tú verk mítt signing fá!

3. Legg tú, Harri, til mítt stríð
signing tína hvørja løtu,
ver tú hjálp mín alla tíð,
leið meg á tí rættu gøtu,
styrk og styðja tú meg væl,
so at verk mítt eydnast skal!

FavoriteLoadingGoym tekstin