Náttúran kallar

Orð: Hjans Hjalti Skaale
Lag: Jacob Haugaard

Náttúran kallar, komi nú øll somul
við ein túr, gloym títt ur.
Vit stremba framm ímóti høgum málum
Hvørja ferð, tilreiðar verð.

Vibidi, Ibiidi, Nibidi, Ubidi, Ribidi vinurin
At flenna og syngja er gott fyri sinn
Vibidi, Ibiidi, Nibidi, Ubidi, Ribidi. Gerð eitt sprell
Selatrað rular og er super well.

Tað er gott at finna nýggjar vinir
Eygna kast, halda fast
Saman standa, draga somu línu
Yvir lond, tak í hond.

Ung og gomul her vit virka saman
Ganga langt, læra mangt
Og um kvøldi savnast vit um bálið
Stuttligt spæl, sovna væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin