Natúrkanning

Orð: Christian Richardt
Lag 1: Thomas Laub
Lag 2: O, móðurmál, stórt er títt fall
Týtt: Rasmus Rasmussen
Upprunaheiti: Natur-Forskningen

1. At kanna duldu lívsins lóg
og eftir marki leita –
so blómubrosi, stjørnuslóð
vit sama heiður veita –
og jarðarlívið lágt og høgt
og himnarúmið breiða,
lat tað várt eyga gera gløgt
og várar hugar leiða!

2. Eitt mál so høgt! ein sjón so víð!
for eyga og for huga,
frá yndisfullu føgru líð
at havsins brotaboða,
frá keldu dulda syrgilag
til loftareldin snjalla,
frá hjómahvíta bylgjuslag
til grøs, ið dalin valla.

3. Er troyttur hugin, sálin móð
av sorgardøgum svørtum,
vend eygað móti himnalóg
og lít at stjørnum bjørtum;
tey tekin mong og merki tám
at duldum lógum benda.
Um leiðin enn er myrk og kám,
skal framtíð ljósið senda.

4. Tá, meðan dulda lívsins sól
upprísur morgun blíða,
og lýsir fram til hann, sum ól
várt lív, várt vit hitt fríða,
vit náa fram til evsta mál,
har einki er til bága,
so hvør ein moldarbundin sál
kann stjørnufriðin fáa.

FavoriteLoadingGoym tekstin