Navnið eitt av øllum ber

Símun av Skarði
Orð: Símun av Skarði
Lag: Kvæðalag (Frægir funnu Føroya land)

1. Navnið eitt av øllum ber,
eiggiligt og frítt,
kunnugt hvørjum barni
og ritað í hjarta mítt.

Niðurlag: Føroya navn, Føroya navn!
Hevj teg hátt mítt mál:
Allar ævir eg teg goymi í míni sál!

2. Dýrdarveður, skínur sól,
roðar fjøll so fríð,
blikalogn á firði
og blómubros í líð.
Føroya dýrd, Føroya dýrd!

3. Dunar stormur, leikar brim,
ódnarrok um fjøll,
brakar hart í homrum,
tá nøtra fólk og trøll.
Føroya ódn, Føroya ódn!

4. Menn og kvinnur aldust her,
eyðkent ættarlag,
alt frá Grími Kamban
og til henda dag.
Føroya fólk, Føroya fólk!

5. Fólksins starv á land’ og sjógv
lívgar kropp og sál,
starv til Føroya frama
tað veri hægsta mál.
Føroya starv, Føroya starv!

6. Føroya søgn á mannavørr
goymd um avreksverk,
søgn um djarvar dreingir
og søgn um sprund so sterk.
Føroya søgn, Føroya søgn!

7. Føroya mál so lýtt og blítt
loysir tungubond,
ber á veingjum sínum
út Føroya kvæði um lond.
Føroya mál, Føroya mál!

8. Navnið eitt av øllum ber,
eggjar hug og lund,
trúgv vit fylkjast um tað
til vára síðstu stund.
Føroya navn, Føroya navn!
Hevj teg hátt mítt mál:
Allar ævir eg teg oymi í míni sál!

FavoriteLoadingGoym tekstin