Navnið Jesus aldri bliknar

Orð: David Welander
Lag: úr Zululandi
Týtt: Alfred Petersen

1. Navnið Jesus aldri bliknar,
slítist ei av tíðartonn;
Navnið Jesus aldri viknar,
Guðs Orð eru ævig sonn.
Tað ber boð til ung og gomul,
gevur lív og frið í sál;
og tað savna kann øll somul,
leiða sálir fram á mál.

Niðurlag: Eg má elska Navnið Jesus,
frelsu, frið í tí eg fann;
Andans eld fekk í Hans favni,
eingin frelsir uttan Hann!

2. Navnið Jesus vakurt ljóðar,
lat tað ljóma her á fold.
Hann ta stóru gávu bjóðar:
Sælan frið til óreint hold.
Óndskapur tað Navn má skýggja,
lygn og hat tað flýggja má.
Jesu Navn vil rættferð síggja,
tað Guðs Ríki bygt er á.

3. Á tí myrku nátt áminnir
sum ein viti Jesu Navn,
so hvør hjálparleysur finnur
inn í tryggu Himmalhavn.
Og tá sólin meir ei skínur,
Navnið Jesus lýsur bjart;
tá Hin Frelsti Skarin trínur
fyri Guð og syngur hart:

FavoriteLoadingGoym tekstin