Navnið Jesus ber av øllum

Orð og lag: William J. Gaither
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: What a lovely name

1. Navnið Jesus ber av øllum,
undurfult og søtt,
hjørtuni ger løtt.
Yndisliga navnið, Jesus,
tað hitt sama er,
undurverk tað ger!

Niðurlag: Yndisliga navnið, navnið Jesus,
út um rúmd so fjart
skínur tað so bjart!
Søtari enn songurin í Himli,
trygga friðarhavn,
yndisliga navn!

2. Kraft er í hans dýra navni,
til frelsu, frið,
endurloysing við.
Hann hin syndasjúka reinsar,
opnar eygu blind,
fyrigevur synd!

3. Skjótt hann savna skal í skýggjum
úr hvørji tjóð,
loyst við Lambsins blóð,
flytur tey inn í gullstaðin,
tekur tey í favn;
yndisliga navn!

FavoriteLoadingGoym tekstin