Nei, eingin er sum Jesus

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: R. Glomnes
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í februar 2007.

1. Nei, eingin er sum Jesus
tey føgru barnaár,
og eingin er sum Jesus,
tá ungt er lívsins vár.

2. Nei, eingin er sum Jesus
av vinum øllum her,
í neyð hann aldri svíkur,
hann hjálp mín altíð er.

3. Nei, eingin er sum Jesus,
tá sorgin herjar á,
hans orð mær ugga gevur,
við lið hann stendur hjá.

4. Nei, eingin er sum Jesus
á lívsins morgunstund,
og eingin er sum Jesus,
í deyðans síðstu stund.