Nei einki er á hundavakt

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

»Nei einki er á hundavakt so gott sum ein skrá,«
so segði gamli Mikkjal, sum á beinkinum lá;
hann sprændi á dúrkið og tagdi eina stund.
Tað var í lýsing, og vit sigldu gjøgnum Hvannasund.

»Mær dámar best á skipi, tá eg siti og skaffi,«
helt ungi Sámal fyri, hann sat og fekk sær kaffi.
Hann beit í ein karving og rópti sum í neyð:
»Á, Harrans flag og malargrót, ein jakslur fór í tvey.«

»Ja, tú mást vera varin, ansa eftir, hvar tú bítur.«
»Á, ligg og tig og ansa sjálvur eftir, hvar tú spýtir.«
So reistist ungi Sámal og upp á dekkið rann.
Tað svørji eg, at aldri sá eg óðari mann.

Hann trampaði og trummaði, tað var sum torusláttur.
Hann bannaði og brummaði, tað var ein harður dráttur.
Men mikkjal lá og flenti: »Eg havi altíð sagt,
at skonrugsbreyð er skaðiligt og helst á hundavakt.«

Við sól um ennið og reyðir allir tindarnir stóðu,
á sondum og í urðum sótu fuglarnir og svóvu;
mær tókti, at ei livdi eg vakrari stund
enn hesa dimmalætting ígjøgnum Hvannasund.

FavoriteLoadingGoym tekstin