New York góðan dag

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í september 2008.

Gingu ein túr
Fylgdust vit allir samlir
Skýskravarar – høgt móti
himli trinu upp.
Morgunin kom
Og vakti upp mínar dreymar
Dagurin kvað
sítt Broadway lag.

New York – New York
New York

Times Square
Litrík skelti blunka.
Streymaðu fólk,
úr øllum heimi, aftur og fram.
Morgunin kom
og vakti upp mínar dreymar
Dagurin kvað
sítt Broadway lag.

New York – New York
New York

Vóru í Bronx
Á Yankee stadium
Flott Havnarvág lá
ongan Jónas Bronx eg sá.
Morgunin kom
Og vakti upp mínar dreymar
Dagurin kvað
sítt Broadway lag.

New York – New York
New York

FavoriteLoadingGoym tekstin