Neytakonur

Orð: Christian Matras
Lag: Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur í 1932.

1. Neytakonurnar ganga nú
sunnan úr høgum
við biðum á baki og móðar í knøum.
Skvatlar mjólk í biði, og prikar undir iljum
lyngurin á heiði og eyrurin í giljum.

Heima liggur lítlin og svevur.

2. Neytakonurnar ganga nú
sunnan at gørðum,
ganga á træðri og líkjast fjallavørðum,
sum fóru til gongu, tá dimmið kom á heiði.
Nú opnast teimum grindin og bygdarvegur breiði.

3. Neytakonurnar knugga nú
tungt gjøgnum bøin.
Kettan har heima stundar trátt á løgin,
leggur gjøgnum grasið, tá neytakonan kemur
við nátt á baki og biðinum á tremur.

FavoriteLoadingGoym tekstin