Niðan á heyggin, Golgata mót

Orð: Avis B. Christiansen
Lag: Harry Dixon Loes
Týtt: Líggjas á Váli

1. Niðan á heyggin, Golgata mót,
gekk Harrin Jesus fót fyri fót,
fótafet tunglig, ei undur í,
bar várar syndir, vit eru frí.

Niðurlag: Loysnari dýri, Frelsari kæri,
á heygnum eyga mítt hóma kann teg,
bløðandi, bardur, sligin og særdur,
av sorg úttærdur, doyr fyri meg.

2. Tilgev teim, Faðir, eymt biður hann,
alt meðan blóðið frá honum rann,
bað fyri teimum, sum drupu hann –
hvør uttan Jesus elska so kann?

3. Nú eg teg elski, Frelsari mín,
vil altíð syngja lovsong til tín,
lágmæltur tíðum, heima skal tó
runga eitt samfelt fagnaðarljóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin