Niðri á støð

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Nú suðar stilt um sjóvarstrond,
um kræklingar og fliður;
nú logar gylt við havsins rond,
sum sólin stavar niður;
so fridligt er í vørrini,
nýtjørað stendur har
væl skorðað móti skørrini
eitt fýramannafar.

2. Um gjar og geyr eitt summarfleyr
so yndisliga andar,
á sand og seyr og áareyr
blítt vesturskinið brandar;
og ternurnar tær stoyta sær
so títt í bláan sjógv,
tí smáir murtar smúgva har
um lágan taraskógv.

3. Við sjóvarmálan systkin tvey
sær egna lítlan ongul,
hon teskar: “Gávi seiður smeyg
so tættur her um tongul!”
“Nei, tak ein toskur skjótt og brátt
og kíka í tín búk!”
“Nei, beiggi! Tað var ikki gott,
so sleitst tú burt tín húk.”

4. Á skeri situr rytan svinn,
og lítið blaktrar tari;
men hvørja ferð tað runar inn,
við fingrum veittrar gjarið.
Ein øða! Hon er fullgott agn,
um kræklingur er best,
og kúvingur kann gera gagn,
av honum sæst her mest.

5. Hygg, uttan fyri lendingsklett
so letisliga flýtur
ein álka, upp til angar mett
– har æti ikki trýtur;
ein æðuflokkur damblar nær
við deyðastillu lógv,
helst tú at hann á botni sær
hitt bleika fiskaslógv.

6. Ein feitur skarvur floytir sær
við toppi høgt á heysi.
“Nú má ei maður nærkast mær,”
so teinkir tunguleysi
og skimast í hvørt skot og glopp;
og veit hann fólki av,
so við eitt hopp sín topp og kropp
hann hirðir undir kav.

7. Og havgæs tvær her spegla sær,
hin eldra er so vøkur,
frá botni koma báðar tvær
og bera við sær sprøkur;
og kátar lukkur láta, so
tað hoyrist heim í tún;
og fram at agni sum eitt smog
fer berggyltan so brún.

8. Mest alt, sum grør á Føroya jørð,
í bjørtum blóma stendur.
Ja, fagurt er um fjøll og skørð,
og hvar tú eygað vendir. –
Um sand og sjó og tind og tó
vár summarsongur rís!
Gev heiðursljóð, mín harpa góð,
at kvøða Føroya prís!

FavoriteLoadingGoym tekstin