Niðri í dalinum angandi liljur

Orð: A. B. Simpson
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í 1983.

1. Niðri í dalinum angandi liljur
gleða hin Vinin, sum kærur mær er.
O, eg í skundi Hans fetum vil fylgja,
einglanna teskan Hans Navn til mín ber.

Niðurlag: O, Tú Guðs dýra Lamb,
Tú gavst alt fyri meg;
takk, at Tú elskar meg,
Jesus Guðs Lamb.

2. Teg eg nú søki, o, vís mær í skundi
hvar ið Títt angandi hvíldarstað er;
hvar Tú á hádegi hvílir Títt fylgi,
vart móti hita til kelduna fer.

3. Síðan eg fann Teg, o, dýrasti Jesus,
gev, eg í ævir má kalla meg Tín.
Fjal ei Títt andlit, tá til Tín eg leiti,
Tú meg jú frelsti og kallaði Tín.

4. Søt, sum Tín rødd, er ei einglanna teskan,
milt, sum Tín ásjón, ei ljósið mær er.
Tak meg so innarligt eymt til Títt hjarta,
bert Tín at vera er Himmalin her.

FavoriteLoadingGoym tekstin