Niður í dalin, Jesus, fari eg við tær

William O. CushingRobert LowryVictor Danielsen
Orð: William O. Cushing
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Niður í dalin, Jesus, fari eg við tær!
Blómurnar har vaksa, keldan frísk rennur har;
fegin vil eg fylgja, har tú fert, mín Frelsari,
líða her og virka fyri krúnuni.

Niðurlag: Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi,
hvar sum helst, nær sum helst eg vil fylgja tær!
Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi,
hvar sum helst tú leiðir, vil eg fylgja tær!

2. Niður í dalin við tær, Jesus, fari eg!
Um so stormur súsar, einki ilt sakar meg;
ei eg óttist, eri eg bert leiddur fram av tær,
ei eg missi mótið, um bert tú ert nær.

3. Niður í dalin ella upp á fjallið hátt,
gongur tú bert undan, Harri, so er alt gott!
Trygt og væl tú føra kanst meg eftir lívsins leið,
so eg glaður ganga kann og stúra ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin