Niels hevur felagið stovnað

Orð: Marius Ziska
Lag: Der gingo tre jenter
Viðmerking: Yrktur til ársveitsluna hjá B36 í 1948

Ja, Niels hevur felagið stovnað,
hann formaður var fyrstu ferð,
um vinning tað fekk ella tapti,
so segði hann bert: “Sama ger!”

B36, B36,
í heyst gjørdist tað føroyameistari.

Teir fara ei skreytir at gera,
helt mangur og vit kanska við,
men vit fingu annað at síggja,
skjótt gjørdist tað tiltikið lið.

Tá ítróttasamband varð íbirt,
kom meistarakapping í lag
við steypi, ið nógv hevur ferðast.
Tað steypið er teirra í dag.

Vit kenna so væl allar samlar,
sum royndust so væl hesa ferð.
Tann fyrsti er málverjan góða,
tí Kriss fyri skotunum er.

Hjá bakkunum, Kjartan og Tórleif,
ei sleppist so lættligt innum,
so stúttir teir eru á fótum,
tá teir gúppa bóltin uppum.

Og Mortan, Hjørleif og Debess,
teir sparka hvønn bólt uttan kiks,
og kann tað ei øðrvísi verjast,
so skumpa teir manniin til viks.

Í mál verður skotið við knalli,
vit klappa og rópa hurrá,
ja, so er tað sjálvsagt frá Alli,
at hesin bóltur kom frá.

Sær Herlufur strýkur um ennið,
hann kappast við treysti og mót,
so mangan vit hoyra hann rópa:
“Nú skunda tær, Nichels, skjót!”

Um Jimmy hann skallar eitt málið,
tá leypa vit leysir upp frá,
men verður tað kolldømt til off-side,
so nipnir vit standa har tá.

At spæla kann væl Óli Jógvan,
og reka kann hann langan tein,
so væl dugir hann sær at snúgva,
ei kann fyri hann spennast bein.

Vit ynskja teim aftur at sigra
í ár og ta komandi tíð,
so eydnast kann steypið at ognast
av felag B seks og trý.

Hurrá, hurrá, hurrá!
Teir skulu her nú fá
eitt trífalt og rungandi heiðurshurrá!

FavoriteLoadingGoym tekstin