Niklas hjá Pena

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Svenskt vísulag

Eg eiti Niklas hjá Pena,
og er eri fjøruti ár,
mín kona er Marin Malena,
og hon fylti trýss í gjár;
Tó eg elski Marin Malenu,
– helst tá hon ei er her í nánd –
og næstan aldri meg veni
undir hennara jarnhørðu hond.

Fyrstu ferð eg kendi,
at hon ein gívur var,
var brúdleypsdagin: Hon brendi
rúsdrekkakortið hjá mær.
Tá skuldi eg aldri havt talað,
tí klovan hon langaði mær
í skallan, so alt fór at mala –
á, Marin Malena hjá mær.

Eg tori ei síðan at siga
annað enn: Góða hjá mær.
Hvat, ið hon enn man meg biðja,
so fær hon sama svar.
Biður hon meg vaska blæur
ella klóra á rygginum sær,
svari eg fúsur og glaður:
Ja, elskaða Marin hjá mær

Um Marilyn Monroe segði:
”Niklas, eg eri so køld,”
hugtungur svarað eg hevði:
”Eg tori ikki í kvøld.
So høgt eg enn man seta
viðgitna krovið á tær;
eg noyðist tó hægri at meta
Marin Malenu hjá mær”.

Nú kunnu tit kanska halda,
at tað er so synd í mær,
men ein er sum øllum man valda.
Hann hjálpir nokk eisini mær.
– Tí man eg aldri meg vena,
um enn hon so dúgliga goyr,
mín elskaða Marin Malena,
eg veit, at hon einaferð doyr.

FavoriteLoadingGoym tekstin