Nóa

Orð: Heine Lützen
Lag: D. Huff

Nóa, øll her niðri tosa bert um teg,
Nóa, halt uppat, tú fert jú ongan veg,
øll hesi ár tú hevur bygt, tó ei tit eru burturrykt,
terri er við sama lag, vit vænta einki regn í dag.

Nóa, spar tær bert alt nærlagni og slit,
Nóa, eg haldi tú hevur mist títt vit,
slappa av, og spar tín mátt, kom oman her og hav tað gott,
terri er við sama lag, vit vænta einki regn í dag

Nóa, hurðin stendur opin enn í dag,
Nóa, lastar tvey av hvørjum slag,
fyrireikar langa ferð, hvat nyttar tað, tað sama ger,
terri er við sama lag, vænta einki regn í dag.

Nóa, støðan er hin sama enn í dag,
hóast tey ei trúðu tí, so hendi tað,
vandin nú er eins og tá, tá harrin dømir syndina,
halda fram við sama lag, tey vænta einki regn í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin