Nógv fagrari, fríðari songurin ljóðar

Victor Danielsen
Orð og lag: James R. Murray
Týtt: Victor Danielsen

1. Nógv fagrari, fríðari songurin ljóðar
hjá einglum í himmalsku høll
enn alt spæl her á jørð, tó várt hjarta seg gleðir,
tá lovsongur tónar um dalar og fjøll.

Niðurlag: Áh, songur, sum tónar um Guds Paradís,
tá einglar og frelst syngja Lambinum prís!

2. Har uppi er songurin brimduna líkur,
og Himmalin fyllir hans ljóð,
tá ið andarnir sælir har Jesusi prísa;
tey hørpurnar sláa og fegnast so fró.

3. Bert tey verða við í tí syngjandi skara,
sum her funnu frið við sín Gud
í trúnni á Jesus, vár Frelsara kæra –
bert teimum skal falla hin lukka í lut.

FavoriteLoadingGoym tekstin