Nólsoyarpáll

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Kvæðalag (Nú fellur ríman)
Viðmerking: Yrktur til fólkafund í Nólsoy 1895, sum Føringafelag skipaði fyri til tess at fyrireika minnisvarða fyri Nólsoyar-Pálli.

1. Fagurt sól í Føroyum rann,
mætir ráddu búgvi,
tá dreiv dimmið tjúkt á jørð,
fólkið fell á grúgvu.

Niðurlag: Nú láta tjøldur
bæði burtur og hjá,
sólin roðar í havsbrúnni,
skyggir fjøllum á.
Nú láta tjøldur.

2. Maður brá og kyndi eld
mót sortuni tí longu,
reisa vildi hann fólkið upp
og fáa aftur til gongu.

3. Reistist upp av tungum dúri
maður nú og tá:
torir tú lið á garð at bróta,
ganga vit aftaná.

4. Sjálvur bygdi hann knørrin,
sjálvur førdi hann skip;
beiskir harrar á borgum standa,
tað kitlar teir í grip.

5. Stongdu teir um stræti
og um skeiðaslóð:
einsamallir vilja vit troyta
bæði strond og ló.

6. Tó skal eg mín naglfara
stýra eftir grunni,
heldur enn fólkið doyggja skal
við tarablað í munni.

7. Hetta mælti kappin reysti,
skútu legði í kav:
Enn skal eg á einum sinni
sigla Onglandshav.

8. Aftur bjarging flutti hann,
sum søgur ganga frá,
honum forðaðu illgerðsmenn,
tað vóru uppløgd ráð.

9. Hesum landi tú unti best
undir Harrans sól,
Føroyum gavst tú lívið títt,
frægi Nólsoyar-Pól.

10. Doyði tú fyri Føroya landi,
fjalir teg havið kalda,
føroyingar skulu ei gloyma teg,
so leingi sum klettar halda.

11. Fosturlandsalskin, sum tú kyndi,
frælsislogan bjarta,
hann skulu tjaldursungar bera
allar ævir í hjarta.

FavoriteLoadingGoym tekstin