Norðanættin

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Føroyingar, sum her nú koma saman

1. Norðanættin rann
av reystum grundum,
gav ei gætur um tey lýggju lond,
tók ei part í ríkum pálmalundum,
fekk sær heim við søltu sjóvarstrond.
Norðanættin átti menn, ið dugdu,
yvir fjøll og fannir løgdu slóð,
høgdu skógv og brattan bø sær ruddu,
stýrdu snekkjum langa leið um sjó.

2. Hátt í stavni víkingslúðrar geltu;
herróp gjørdi fraklandsfólkið rætt;
bretar, írar, hólmgarðsmenn teir feldu,
vunnu vald og heiður, dýran skatt.
Samt var fólkið. Eittans eitt var málið,
– forna tungan átti fagurt ljóð; –
javnt var lyndið, djarvt og sterkt sum stálið,
ífrá Eiðis á til finska snjó.

3. Tíðin rann, og tjóðin tók seg sundur;
skiltust skútur, stýrdu ymsa leið;
títt á vølli gjørdist illur fundur,
bardust brøður, tí teir kendust ei.
Tíðin rann. Nú hongur svørð í slíðra.
Menn nú røkja onnur mál og mið;
vaknar aftur samhugskenslan dýra,
byggja vilja vit nú lond við frið.

4. Aftur eintir eru brøður vænir:
Føroyingar við søltu sjóvarstrond,
íslendingar, norðmenn, sviar, danir
vinaliga rætta hollu hond.
Rísur sól um londini nú víða;
horvin er hin náttin tung og dimm.
Vara skal, ímeðan øldir líða,
bandið, bregdað fast av táttum fimm.

FavoriteLoadingGoym tekstin