Norðoyastevnan

Orð: Bernhard Brim
Lag: Ja, á Streymoynni eri eg føddur

1. Tað er gaman at møtast á stevnum,
hitta vinir frá farnari tíð,
meðan sólin so hitandi skínur
yvir nýsprotnar blómur í líð.

2. Tað er dólgur, ið setist at stúra,
um enn stundum alt gongur ímót.
Um enn lagnan teg illani lemur,
tú av nýggjum teg út aftur brót.

3. Hevja upp tína hugsan og veru,
lætt tær á eins og máttmikla ørn,
sýn, tá vit taka lógvarnar saman,
at vit megna at taka eitt tørn.

4. Eins og fedrarnir várir í forðum
vit enn megna at seta ein fund.
Fáa ungfólk at ganga um Fjallið,
fáa skútur at sigla um sund.

5. Tað er vakurt á sumri at síggja
eina flaggskrýdda føroyska bygd.
Gott at hoyra ein skilamann røða
um tað arvaðu mentan og dygd.

6. Tað er vakurt, tá skrúðgongan kemur,
leidd av tónleiki fram eftir veg.
Reystir dreingir við vøddi í armi.
Tó mest kvinnurnar hugtaka meg.

7. Lat tey ungu seg royna á vøllum,
tað er gott fyri likam og sál.
Lat oss stimbur teim veita í øllum.
Fjálga um hesa spírandi nál.

8. Lat oss lemja alt smásinni niður,
lat oss verða í andanum stór.
Lat oss syngja við himmalsins fuglum
eini ljósari framtíð ímót.

FavoriteLoadingGoym tekstin