Nornan, hon spinnur vár lagnutráð

Orð og lag: Johanna Maria Skylv Hansen

1. Nornan, hon spinnur vár lagnutráð
bæði við liðum og hóllum á,
fáur fær tráðin heilt slættan,

2. ein táttur er silvur, ein annar er gull,
tann triði ein tárakelda so full,
tó spinnur hon tráðin rættan,

3. tí hann, ið gav okkum lív og ond,
heldur í spunalag, heldur um hond,
so hansara leið vit finna.

FavoriteLoadingGoym tekstin