November

Orð: Lisbeth Smedegaard Andersen
Lag: Páll Sólstein
Týtt: Nicolina Dahl

Helst hómast summardáar enn á fløtu,
í bø og haga følnar tó við lít,
skjótt fýkur tað so kalt um tún og gøtu,
skjótt fer at kava, foldin verður hvít

Ein ævig ringrás er, har sólin rýmir
og setur, meðan myrkrið kemur brátt
til aftur stjørnur tendrast, tá ið skýmir
og lýsa sum í Betlehem á nátt

Ta nátt, tá tíð stóð still, ja, ilt at skilja,
at einglar sungu har um fragd og frið
og alt var aftur eftir Harrans vilja,
tí kærleika Hann skapti okkum við

Mangt ónt og dapurt her er ringt at greiða,
men nú vit tendra adventsljósið glað
og gera hjartakamarið til reiðar
til hann, sum ger, at vón er nýggj hvønn dag.

Skjótt fýkur tað so kalt um tún og gøtu
í bø og haga følnar alt við lít,
men undir frystum bløðum hvørja løtu
skal blóma jólarósan rein og hvít

FavoriteLoadingGoym tekstin