Nú á jólum mín hugur leitar

Orð: Svenning av Lofti
Lag: White Christmas

1. Nú á jólum mín hugur leitar
til barnaheimið mítt so kært.
Barnadagar runnu,
og ljós har brunnu
og róku burtur myrkrið svart.

2. Ja, á jólum hugnaligar løtur,
friður kenst í heimum og um gøtur.
Jólatíðin sæla – so kær,
hon kveikir gleði mær í sál.

3. Nú á jólum mín hugur leitar
til barnaheimið mítt so kært.
Jólatíðin sæla so kær,
og hon kveikir gleði mær í sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin