Nú aftnar dagur, og tað verður síðla

Orð: Jákup Dahl

1. Nú aftnar dagur, og tað verður síðla,
mín sál er troytt og leingist nú at hvíla;
men góði Jesus, tú vilt hjá mær vaka,
eg søtan blundi, einki meg skal saka.

2. Nú sloknar sól, nú tagna ljóð á vali,
nú gøtur kámast burt í skuggadali;
men væl eg veit, mín Jesus, at eg skoða
skal lívsins sól í fjøll ein morgun roða.

3. Nú náttin kemur, deyðamyrkrið svarta;
men náðarljós títt lýsa skal hitt bjarta,
sum, Jesus, tú læt birta her á foldum,
tað fyri mær skal lýsa undir moldum.

4. Nú deyðin meg frá mínum her man skilja,
og trongd og angist vil seg um meg hylja,
men ugga meg og styðja skal tín stavur,
fundvísi Jesus, so eg fylgi glaður.

5. Eg goymi, Jesus, meg í tínum hondum,
tú lívið hevur loyst úr deyðans bondum;
við tær eg lívið skal um ævir eiga,
tú heim í faðirs garð meg trygt vil leiða.

FavoriteLoadingGoym tekstin