Nú árið er liðið í aldanna skeyt

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Nú árið er liðið í aldanna skeyt,
med alla tað burtur man fara,
nú farin er ein og hvør gleði og treyt,
alt samalt er runnið á ævinnar breyt,
men minnini víst skulu vara.

2. Og mangt er at minnast, og hvat er tað tá,
tú helst skalt í minninum goyma?
Nú alt er við flúgvandi ferð farið frá,
tað mesta er horvið í gloymskunnar á.
Guds miskunn tó eingin má gloyma.

3. Hon birtist á vári sum vermandi sól,
sum vøkstur á sumri í líðum,
í heystkulda svárum sum skjøldur og skjól,
sum skínandi himin og gleðilig jól
í vetrarins ískøldu ríðum.

4. Hon birtist og roynist sum signingarlind
á fagrasta hásummardegi,
hon birtist sum grøðing mót ógævu, synd,
hon birtist tó skærast sum frelsarans mynd,
ið lýsir á vallarans vegi.

5. Nú Gud havi lov fyri gleðiligt ár
og góðar og fruktsamar tíðir,
og Gud havi lov, tí at grødd eru sár,
og Gud havi lov, tí at døgg eru tár.
Alt broytist til signing umsíðir.

6. O, gev tú oss, Drottin, eitt gleðiligt ár
og góðar og signaðar tíðir,
gev himmalska døgg gjøgnum harmanna tár,
gev himmalskan frið fyri loysnarans sár
og æviga sælu umsíðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin