Nú árið tað líður

Orð: Robert Joensen
Lag: Vilhelm Gregersen

Nú árið tað líður,
skjótt sigur “farvæl”,
so ganga enn tíðir,
so vera tað skal.
Hoyr suðið á tindi
av hastandi vindi,
teir fúka avstað.
Tað er eins eg hoyrdi,
náttúran nú gravsongin kvað.

Eg stund her skal dvølja,
hon fýkur so løtt,
sum avryktað sólja,
hon følnar so skjótt.
Hygg, vangarnir grána,
og javningar fána,
og grøv eftir grøv
skal gravast at goyma tað likam,
sum skjótt bert er støv.

Hygg, dagarnir flýggja
og vikur og ár;
eins sum eg kann síggja,
at tað var í gjár,
at várið við blómum
og fjósunum tómum
á land setti fót;
men nú er bert vetranna kuldi
og kavi um grót.

Lat dagarnar fara
og árini við,
bert vit mega læra
at hýsa Guds frið’.
Eg bendi meg niður,
mín Gud, so tín friður
kann hvíla á mær;
Í løtum – í árum og ævi
tú halt meg at tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin