Nú, brøður, systrar, sigið honum takk

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: William H. Monk
Týtt: Victor Danielsen

1. Nú, brøður, systrar, sigið honum takk,
sum í tey djúpu vøtn í vár stað sakk!
Lat okkum ofra honum nú alt várt,
sum fyri okkum toldi spottið sárt!

2. Takk, Jesus, fyri tað, tú hevur gjørt!
Vit eru nú forlíkt við Gud – hvør stórt!
Samvitskan frí – vár sál ei synd nú ber,
tí tú, áh, Jesus, tú vár friður er!

3. Og meðan her á fold vit ferðast nú,
mál várt nú fyri Gudi talar tú;
um vit, tíverri, mangan ganga vill,
tú ert vár rættferð – tí vár sál er still.

4. Takk fyri staðið, Faðir tínum hjá!
Har skjótt vit eru, tað vit líta á:
Takk fyri alt, tú toldi, alt, tú leið,
fyri tín kærleik, hann, vit fata ei!

5. Kom so og heinta okkum, nær tú vil!
Hvar enn vit eru, tær vit hoyra til.
Vit bíða eftir tær, kom, kom tí skjótt!
Eg komi brátt! tað er títt lyfti søtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin