Nú dagur setur, sólin søkk

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: J.A. Elner
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur okkurt um 1963.

Nú dagur setur, sólin søkk,
og veingir ljós man fá,
eg veiti Gudi lov og tøkk,
– mín hugur handan gár:

Um brøttu bjørg og dalar við
og upp um stjørnuljós
til himmiríkis sælan frið,
– upp til mítt faðirs hús.

Har sól ei meir til viðar fer,
ei skuggar valda tá.
Til hetta land mín langtan ber
og til mín frelsara.

Har rennur lívsins reina á,
og ljómar harpan nú,
har Harran vár vit skulu sjá
og bera dýrdarskrúð.

Tá lívsins síðsta stund er nær,
og sólin fer í kav,
tú ugga meg tá, Harri kær,
og ver tú ljós hjá mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin