Nú dagur steig úr eysturleið

Elias BlixLudvig Mathias Lindeman
Orð: Elias Blix
Lag: Ludvig Mathias Lindeman
Týtt: Simon Michael Zachariasen

1. Nú dagur steig
úr eysturleið,
hann lívið upp man yngja.
Burt myrkur flý!
Dagsglæman ný
bjart gyllir ský,
og túsund tungur syngja.

2. Tú sannleiks sól,
sum ranst um jól,
mín morgunstjørna bjarta!
Lýs mær á leið
og vegin greið,
um dagsins skeið
verj meg mót myrkri svarta.

3. Í míni gerð
á lívsins ferð
títt orð mítt ljós skal vera.
Um tíð gerst vánd,
í Harrans hond
at himnastrond
so skal mín bátur bera.

4. Enn komin er
ein dagur her
við sól um skuggadalir.
Hin myrka nátt
hvarv burtur brátt,
og songur hátt
berst upp til himnasalir.

FavoriteLoadingGoym tekstin