Nú dryppar

orð og lag: Ova

nú dryppar úr tínum keldum
og alt verður æl
tú skinklar í tínum rúsi
og tað smakkar væl
hetta hevur nakað við
kenslur at gera
hetta er nakað av tí
vit mugu leggja í geyma

tað er so kalt
og tó so heitt
havið altíð hjartað við
farið ikki ov langt

tú heldur um mínar armar
hesa heitu nátt
eg síggi í tínum eygum
at tað skal vera rátt
hetta hevur nakað við
kenslur at gera
hetta er nakað av tí
vit skulu leggja í geyma

tað kókar í mínum æðrum
kjøt mítt er moyrt
nú skúmar um kjaftin
og alt er klárt
men hevur hetta nú nakað við
kenslur at gera?
hetta er nakað um lívið
men er tað so, ein skal liva?

FavoriteLoadingGoym tekstin