Nú ein dagin sum eg sat og í Bíbliuni las

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í 1973.

1. Nú ein dagin sum eg sat og í Bíbliuni las,
tá við eitt ein sjón frá forðum birtist mær!
Eg sá Guðs Orðs kendu menn, teirra orð jú tala enn,
tó teir allir eru komnir handan har.
Eg sá Enok, hin Guðs mann, Ábraham, sum Harrin fann
rættvísgjørdan av tí trúgv á Guð, hann bar.
Eg sá Ísak, eins og hann halda seg til Sannleikan,
og nú liva teir jú saman handan har!

Niðurlag: Handan har, handan har, handan har,
ein dag skulu vit jú síggja tey øll har!
Lívsins Træ har ævigt grør,
Lívsins Vatn fær ein og hvør,
tá vit flyta heim og síggja tey øll har!

2. Eg sá Jónas var á veg at áminna Nineve,
sum so djúpt í hor og synd var sokkin í.
Hann til kallið segði nei, rýmdi burtur aðra leið,
og í hvalsins búki endaði hann tí.
Mangan løgið eg tað fann, at har pláss var til ein mann,
og á hetta ein við stórum iva sær,
tá eg nái Himmalin fái Jónas eg til vin,
og hann skal forklára hetta handan har!

3. Eg sá Jósef standa har, hann av brøðrum seldur varð
til Egyptalands, men Guð hann brúkti har;
hann fekk vart mót hungursneyð nú býr handan grøv og deyð’,
eingin hungursneyð skal verða handan har!
Eg sá Dánjal leiddan út, men ei sveik hann Jákups Guð,
tá til leyvurnar hann burturbeindur varð.
Men ein eingil til hann kom, hvør ein leyva gjørdist tom,
og nú livir hann hjá Guði handan har!

4. Eg sá Pætur, tá ið hann avnoktaði Frelsaran,
iðrandi, tá Jesus eyga við hann bar.
Eina heilsan hann tó fekk, sum at hjarta honum gekk,
ríka fyrigeving hann frá Jesus fær!
Síðan sá eg Paulus har kastaður í fongsul varð
í Filippi, so til Róm hann førdur varð,
har hann deyðadóm sín fær! Henda verð ei verd teim var!
Teimum møta skulu vit tó handan har!

5. Og at enda sá eg Hann, sum mær lív og frelsu vann;
ja, Hin Fyrsti og Hin Síðsti víst Hann er!
Eg á Hann kann líta trygt, tí er lív mítt á Hann bygt;
Hann meg leiðir gjøgnum hesa myrku verð.
Her í heimsins myrku nátt gevur Hann mær styrki, mátt;
Lívið, Vegurin og Sannleikin Hann er!
Tá eg nái Himmalin, og eg har skal trína inn,
vil Hann heilsa mær vælkomin handan har!

FavoriteLoadingGoym tekstin