Nú eina ferð enn Guds orð ljóðar her

Orð: Jákup Olsen
Lag: William Croft, Henry John Gauntlett

1. Nú eina ferð enn Guds orð ljóðar her,
og boðskap um frið nú Andin tær ber;
Guds friður, ei keypast við gulli hann kann,
ei heimurin allur kann metast við hann.

2. Hvat væntar tú tær av heiminum, sig?
Ei frelsa hann kann, ei geva tær frið;
hans gleði er fáfongd og tómleiki bert,
ei sál tín har mettast, burt svangur tú fert.

3. Gud býður tær lív og sælu hjá sær,
øll himmalsins dýrd, hon bíðar tær har;
ja, hann skal teg frelsa og leiða teg væl,
til sál tín er heima og bjargað og sæl.

4. Ger álvara av, og stigið nú ger!
Ein lagalig stund í hondum nú er;
sig ikki: Í morgin! Og burtur ei far!
Hvør mongum júst tað til fortapingar varð!

FavoriteLoadingGoym tekstin