Nú er desember komin

Orð og lag: Elsa Annika Simonsen

Nú er desember komin,
oh, sum eg gleði meg,
Tó leingi er at bíða,
tað halda børnini.
Her siti eg og droymi
um ljós og jólatræ.
Brátt kemur jólaaftan,
tá verði eg so glað.
Á fingrunum
eg telji hvønn ein dag.

So nógv er her at gera,
tí alt skal vera reint,
men tíðin undan jólum,
hon gongur alt ov seint.
Nú siti eg og liti
mær eina jólamynd,
har jólamaður stríðir
seg gjøgnum fok og vind
við posanum
um kavaklæddan tind.

So út at spæla, tíðliga skýmir.
Og nú síggi eg,
í hvørjum glugga her um leiðir
brenna ljósini,
og túsund, túsund stjørnur,
tær glógva himni á,
tær senda sínar glæmur
út yvir stilla vág
og gleða okkum,
bæði stór og smá.

Tá jólaaftan kemur
í stovu jólatræ.
Nú eri eg so stór, at
einsamøll eg prýði tað,
og gávurnar, tær gerast
í tali fleir’ og fleir
– nú eri eg so ótolin,
eg kann ei bíða meir -–
so ótolin,
eg kann ei bíða meir.

FavoriteLoadingGoym tekstin