Nú er lagaliga løta

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 12. februar 1966.

1. Nú er lagaliga løta,
hirðans rødd her kallar teg;
opin stendur lívsins gøta,
– atgongd frí á himnaveg.

Niðurlag: Kemur tú, kemur tú
hesa lagaligu løtu
inn á lívsins himnagøtu,
burt úr glatan, inn til Gud?

2. Opnar himnadyrnar standa
hesa lagaligu stund;
vinur, bjarga tær úr vanda,
leita nú á Harrans fund!

3. Sjálvur Jesus rættir hendur
móti tær í hesi stund:
”Sig mær, hví tú úti stendur,
á, tað hevur slíkan skund!”

4. ”Sí, eg komi skjótt í skýnum,
náðitíð tá farin er;
brátt eg komi eftir mínum;
vilt tú tó meg vraka her?”

5. ”Eg tær bjóði búnan hvíta,
eg tær bjóði ævigt lív*;
á, tú kanst á lyftið líta,
tú mítt dýra keypta vív!”

6. ”Frelsari, eg til tín stevni
hesa lagaligu stund.
Tak meg at tær, tú meg fevni,
nú eg komi á tín fund!

7. Bjarga mær! Bjarga mær
hesa lagaligu løtu
inn á lívsins himnagøtu,
burtr úr glatan – heim til Guds!“