Nú er lívið títt

Orð og lag: Rani Nolsøe

Og nú,
tá ið heystið aftur kom
og vit kenna hvussu tað er
tá ið sól og summar fer

Áh ja,
tíðin streymar blítt framvið
ár og mánar lið um lið
eru vit so langt á leið

Men innan í tær sprettir lívsins vár
alt komandi – einki farið er
títt blíða lyndi, tíni eygu klár
altið – á ferð
ein dag tú komst til mín
og nú er lívið títt – ja títt

OK,
so stendur tú nú her
bíðar tær tann stóra verð
tú alt í huga tínum ber

So far,
tínar leiðir – lívið lær
ber teir gymsteinar sum tú sær
má tað góða fylgja tær

Og innan í tær sprettir lívsins vár
alt komandi – einki farið er
títt blíða lyndi, tíni eygu klár
altíð – á ferð
ein dag tú komst til mín
nú er lívið títt – ja títt

FavoriteLoadingGoym tekstin