Nú er summartíðin gylta

Orð og lag: Øssur Berghamar
Viðmerking: Yrktur í 1983 til barnalegurnar í Zarepta á Vatnsoyrum.

1. Nú er summartíðin gylta – hoyrið fagran fuglasong,
grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
Summardáin upp seg toyggir, fagurt er um bø og ong,
og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.

Niðurlag: Vit tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð,
fyri lýkku, lív og lit um land og hav.
Mest av øllum tínum kærleika vit vilja gleðast í
og tær lova fyri Sonin, ið tú gav.

2. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið,
spógvin titar runt á teigum her og har.
Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið!
Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.

3. Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
og við sjóvarmálan damlar æðan tom.

4. Sólin setur – kvirra legst um land og kyrrindi um sund.
Ljós er náttin – nú er logn á hvørji vág.
Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund,
fyri allan vakurleikan, ið eg sá.

FavoriteLoadingGoym tekstin