Nú eru aftur jól

Orð: Páll Isholm
Lag: Jens Marni Hansen

Komin er nú løtan
alt livnar upp í vættraverð
hygg nú jólagøtan
har tendrast ljós, so vakurt er
ljóma nú bæði trompet og fiól
tí nú eru aftur jól

Komin er nú tíðin
har tú verk títt fegin ger
børn so sera íðin
grenj og grýsl ei rúmast her,
gloym slatur, sleyg og skálkaskjól
tí nú eru aftur jól

Vit tendra nú jólaljós
og børnini syngja
vit heiðra tað jólafjós
hoyr klokkurnar ringja

Komin er nú tímin
tá gleðin tekur ræði her
Jólafriður trín inn
ljósið sigrar enn einaferð
grýt tína stúran um heyg og hól
tí nú eru aftur jól

FavoriteLoadingGoym tekstin