Nú eru jól

Orð og lag: Carly Simon
Týtt: Steintór Rasmussen

Børn á gøtum tendra ljós
Vakra stjørnufjøld
Einglar savnast hjørtum í
Streingjaspæl í kvøld
Úr handlum hoyrast jólaløg
Sum træið lýsir bjart
Tað stundar til jóla

Um ikki tú ert ein eingil
Syng jólunum boð
Um ikki tú ert barn
Tú manst undrast so
Lat vísmenn og mætar kongar
fella á knæ
Í okkara hjørtum eru Jól í dag

Nú eru jól
Nú eru jól

Um tú kennir vetrartyngd
Sorgin kom á gátt
Sang og dansur skýggja teg
Fella vilt í fátt
Eg bera vil tær sólina
ið fjaldist handan ský
Tað stundar til jóla

Um ikki tú ert ein eingil
Syng jólunum boð
Um ikki tú ert barn
Tú manst undrast so
Lat vísmenn og mætar kongar
fella á knæ
Í okkara hjørtum eru Jól í dag

FavoriteLoadingGoym tekstin